Alvar2023-03-16T12:01:00+00:00

ALVAR SÓTTREINSAN

ALVAR bjóðar eina skraddaraseymaða “toku” sóttreinsanarskipan fyri framleiðsluhøli, skip og maskinur. Hendan skipanin er sergjørd til at basa baktierum og samstundis minka um sóttreinsanarútreiðslurnar hjá tykkum. Við at seta ALVAR tøknina í verk, kunnu tit minka um framleiðslu- og umdømisváðarnar, bøta um matvørutrygdina og minka um vatnnýtsluna í samband við sóttreinsan og evnafrøðiligt burturkast.

Við tokuskipanini hjá ALVAR kann eitt framleiðsluøki á 3500 m2 verða sóttreinsað innan ein hálvan tíma. Tó er hetta tengt at kontakttíðini hjá valda kemikaliunum. Loysnin minkar nógv um vatn- og kemikaliunýtlsuna, umframt starvsfólkaútreiðslur til sóttreinsan. Harafturat kann haldføri á framleiðsluni økjast við upp til tveimum døgum, sum so eisini minkar um matspill.

Umhvørvisligar avbjóðingar og vatnsparing

Tað er vælkent, at siðbundnir sóttreinsanarhættir hava tørv á nógvum tilfeingi, íroknað vatn, kemikali og arbeiðsorku. Ístaðin kann ALVAR bjóða eina bíliga, burðardygga loysn. Aftaná at vanligu starvsfólkini á virkinum hava gjørt framleiðsluna gjølla reint, verður ALVAR skipanin sjálvvirkandi sett í gongd. Skipanin skapar eina tjúkka toku, sum breiðir seg út yvir og loypur á skaðiligar mikrobakteriur og seyrar ígjøgnum tær.

Við at seta tøknina hjá ALVAR í verk, kunnu kundar spara upp til 90% av vatn- og 70%- av kemikaliuforbrúkinum, sum minkar munandi um tilfeingið tørvur er á til sóttreinsan. Loysnin kann tí bæði økja um burðardygga profilin á allari føðiketuni, og samstundis verja umhvørvið á staðnum og fólkini, sum arbeiða har. Sum heild er ALVAR tokutøknin eitt meiri effektiv, bíligari og burðardyggari alternativ enn siðbundnu sóttreinsanarhættirnir.

Tveita mat burtur

Sambært eini frágreiðing frá FAO er upp til 30% av mati í ídnaðarlondunum spiltur ella dálkaður, áðrenn hann kemur út til endakundan. Fyri at minka um matspill, er týdningarmikið fyri at verja okkara umhvørvi, og ein av lægst hangandi fruktunum, er at bøta um sóttreinsanartilgongdina.

Tøknin hjá ALVAR ikki bara sparir tilfeingi og minkar um spill, men hon hevur eisini tann eyka ágóðan at økja um haldføri við at beina skaðiligar bakteriur burtur. Sóttreinsanarloysnin hjá ALVUM forðar fyri spilli og dálking, og minkar tí um matspill. Við at brúka sóttreinsanarskipanina hjá ALVUM, kunnu tit bøta um tykkara umhvørvisárin og vera við í at skapa eina meiri burðardygga føðiketu.

Minka um matdálking

Sóttreinsanarskipanin hjá ALVUM bjóðar eina álopskenda loysn til at stríðast ímóti skaðiligum smáverum, íroknað bakteriur, virus og sopp. Við at seta tokuloysnina hjá ALVUM í verk, kunnu tit endurmeta tykkara mál, raðfestingar og tørvir, umframt at taka eina forvirkaða støðu fyri matvørutrygd. Við at fáa tykkum ALVAR kunnu tit munandi minka um váðan við matbornum sjúkum og verja heilsuna hjá kundum tykkara, og samstundis verja tykkara umdømi.

Set teg í samband við okkum í dag

Allar fyritøkur hava ymiskar avbjóðingar og serligar tørvir. Tí bjóða vit eina skraddaseymaða loysn júst til tykkara tørv. Við at seta teg í samband við okkum, ber til at bíleggja eitt samráð við ein av okkara serfrøðingum, sum koma á vitjan hjá tykkum og greina tykkara arbeiðsmannagongdir. Grunda á hesa greiningina, viðmæla vit, hvussu tykkara sóttreinsanartilgongd og matvørutrygd kann bøtast og matspillið kann minka.

Lat ikki skaðaligir smáverur seta títt virksemi ella heilsuna hjá tykkara kundum í vanda. Set teg í samband við okkum í dag fyri at áseta ein fund og tak fyrsta stigið til eina tryggari, effektivari og burðardyggari føðiketu.

Rasmus Dan Sørensen
Rasmus Dan SørensenTekniskur ráðgevi

LAT OKKUM TOSA SAMAN

Title

Go to Top