
FYRI TYKKUM. HVØNN MORGUN.
Á odda sum veitari av maskinum og tænastum til fiskivinnuna, vit veita til marknaðir kring knøttin.
Í dag er Petur Larsen á odda sum veitari av maskinum og tænastum til fiskivinnuna, vit veita til marknaðir kring knøttin.
Í 1971 stovnaði Petur Larsen fyritøkuna aftaná hann hevði arbeitt við BAADER maskinum í fleiri ár í Grønlandi. Tá hann vendi aftur til Fuglafjørður, heimbygd sína, gjørdi hann sum sannir íverksetar gera og byrjaði eitt verkstað í kjallaranum hjá sær.
Av tí at góðskan av arbeiðinum hjá Peturi Larsen var so mikið góð, bleiv hann skjótt nógv umtóktur og var noyddur at flyta í størri hølir í 1990. Framgongdin helt áfram og í 2002 flutti Petur Larsen í nýggj, stór hølir á havnaøkinum í Fuglafirði, og heldur til har enn í dag.
Aftaná eina langa og væleydnaða yrkisleið, gav Petur Larsen fyritøku sína víðari til sínar tveir synir – Atli og Rógvi – ið tóku yvir í juni 2007. Teir hava røkt arvin og menningina av Petur Larsen og enn í dag er tað týdningarmesta av veita best møguliga góðsku til kundarnar.
Okkara mál eru tey somu sum tá fyritøkun bleiv sett á stovn í 1971. Vit vilja at okkara kundar klára seg betri.
TOYMIÐ
Vit eru smiður, service tøkningar, elektrikarir og nógv meira, men tað, ið vit hava í felag er at vit víga okkum til at okkara kundar skulu klára seg betri.
OKKARA SØGA
Stovnað í 1971 merkir at vit hava veri í vinnuni í meira enn 45 ár. Les meira um hvussu fyritøkan er broytt ígjøgnum árini.
TÍÐINDIR
Forvitin um hvat vit gera? Tíðinda síðan veitir tær alt tær tørvar at vita um tey ymsu virksemini hjá Petur Larsen.