Hjá Peturi Larsen taka vit smittuvandan av COVID-19 í álvara. Fyri at skapa eitt trygt arbeiðisumhvørvi fyri okkara starvsfólk og viðskiftafólk hava vit tí gjørt broytingar í okkara dagliga virksemi.
Vit arbeiða sum vanligt, tó við tí broyting, at tey starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanifrá, gera tað. Hetta ávirkar tó ikki okkara tænastur til okkara kundar, og vit avgreiða okkara viðskiftafólk sum vant, tó við tí fyrivarni, at veitarar í útlandinum eru avmarkaðir orsakað av støðuni.
Fyri at minka um smittuvandan eru allar hurðar stongdar hjá Peturi Larsen. Um tað ikki er møguligt at fáa tøkning út til tykkara at hjálpa, so veita vit telefonvegleiðing frá ovasta senior tænastutøkningi, Atla Larsen. Um neyðugt ber eisini til at skipa fyri einum teldupráti og fáa beinleiðis vegleiðing um maskinsteðg og ábøtur.
Set teg í samband við okkum
Tú kanst ringja til okkum á telefon +298 775 775 ella senda okkum ein teldupost pl@pl.fo.
Okkara framleiðsla koyrir enn við fullari styrki
Her eru nøkur dømir um, hvat vit kunnu gera:
BRÚKTAR BAADER MASKINUR
Vit dáma betur BAADER maskinur, ið vit seta í stand. Hvør partur av maskinuni er kannaður gjølla og varliga umvældur ella skiftur. Tørvar tær eina serstaka maskinu, práta so við okkum, og vit finna loysnina, ið best hóskar til tykkara tørv.
OPTI-TRIM
Uppstiga tína BA189 og fá hægri úrtøku. Opti-Trim er eitt munadygt búkknívasett, sum ber til at stilla og gevur góð úrslit. Við Opti-Trim verða fløkini skorin heilt inn á bein á fiskinum, og hetta ger tey nógv tjykkri.
RENTAL SERVICE
Við Rental Service fært tú møguleikan at leiga okkara brúktu BAADER-maskinur fyri eitt fast mánaðargjald. Allar okkara maskinur eru dygdartryggjaðar, og okkara serfrøðingatoymi hevur kannað tær gjølliga. Vit fáa fatur á maskinuni. Vit seta hana í stand. Tú leigar hana. Og vit syrgja fyri, at tú hevur eina maskinu, sum riggar.
INTELLIGENCE KIT
Við Intelligence Kit verða maskinurnar talgildar, og hetta gevur nógvar fyrimunir, sum kunnu bøta um virkisførið og tryggja tína framleiðslu móti feilum, soleiðis at tú kanst spara pening. Fá betri eftirlit við tíni framleiðslu.
Vit vilja fegin hjálpa
Greið frá teimum avbjóðingum, ið tú stríðist við, og vit gera alt fyri at finna eina loysn.

