Digital Report2020-11-23T12:50:13+00:00

Petur Larsen hevur drúgvar royndir at veita tænastu til BAADER maskinur og at gera tær í stand. Nú koma vit við eini nýggjari talgildari støðulýsing, soleiðis at tú fært eitt skipað eftirlit við tí einstøku maskinuni. Støðulýsingin veitir tær trygd fyri, at tínar maskinur verða kannaðar innan øll øki, sum hava týdning fyri rakstrartrygd, viðlíkahald og best møguliga úrtøku.

KANNA EFTIR

HVØRJUM STANDI MASKINAN ER Í

Í støðulýsingini er ein talgildur eftirlitslisti við upplýsingum, sum heilt nágreiniliga gevur tær innlit í tað einstøka eftirlitið. Harafturat hjálpir skipanin mekanikaranum at leggja merki til feilir, sum hava verið frammanundan og batar, sum eru gjørdir, og hetta ger, at eftirlitskanningin í nógv størri mun enn áður megnar at savna seg um nakað heilt ávíst. Samlaðu upplýsingarnir geva tær tískil eitt yvirlit, sum kann avdúka, hvørjir maskinlutir oftast verða skiftir út, umframt at tú sært, um maskinan háttar seg øðrvísi enn væntað. Hetta gevur tær møguleika at loysa trupulleikar, áðrenn teir standa upp.

digital report

Fyrimunir

  • Álítandi og einsháttað eftirlit
  • Samlað yvirlit yvir, hvørjum standi maskinurnar eru í
  • Benchmarking viðvíkjandi maskinstandi og sliti
  • Skjótt at greina feilir

Talgilda støðulýsingin hjá Petur Larsen kann tí hjálpa tær at síggja møguligar trupulleikar, áðrenn teir gera vart við seg. Samstundis kunnar hon teg um ta vitan, sum er neyðug fyri at tú skalt fáa sum mest burtur úr tíni framleiðslu og fáa so góða úrtøku sum gjørligt.

client picture

“Vit bíløgdu talgildar støðulýsingar og hava verið sera væl nøgd við alla tilgongdina. Vit hava eitt gott samband við serfrøðingin, sum hjálpti okkum í gongd við at kanna okkara framleiðslu. Vit hava sæð týðilig úrslit aftan á talgildu støðulýsingar vóru gjørdar, og royndirnar vísa heilt greitt, at okkara úrtøka er vorðin betri.”

Kundi um støðulýsing frá Petur Larsen

Fá yvirlit í dag

Við eini fastari avtalu kunnu vit lata støðulýsingar til allar tína maskinur fyri 800 krónur fyri hvørja maskinu uttan MVG.

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við meg

Go to Top