Intelligence Kit2021-01-05T13:10:08+00:00

Talgild menning av fiskaframleiðslumaskinum

Burðardygg framleiðsla, færri umvælingar og eykalutir og ein endaframleiðsla við hægri góðsku.

Hjá okkum snýr tað seg ikki bert um at framleiðslan hjá kundum okkara skal mala runt. Tað er somuleiðis ein spurningur um at hyggja at, hvussu vit kunnu hjálpa, soleiðis at framleiðslan verður lættari, bíligari og ikki minst umhvørvisvinarlig. Til hetta er talgildan ein partur av svarinum.

Hjá Petur Larsen bjóða vit nú eina roynda, talgilda loysn, sum kann setast á tær flestu fiskaframleiðslumaskinurnar, sum longu eru til.

digital upgrade for fish processing machines

Fyrimunir við Intelligence Kit

digital upgrade for fish processing machines

Burðardygg framleiðsla

Alsamt fleiri krøv verða sett til umhvørvis-góðkenningar og sparingar av vatn- og elnýtsluni í fiskaídnaðinum.

Øll skulu menna framleiðsluna og minka um- og skráseta nýtsluna av orku og vatni, áðrenn fiskurin verður seldur. Hesi krøv eru galdandi hjá kundum okkara kring allan heimin. Her er talgildan ein partur av svarinum.

Við Intelligence Kit ásettum er tað gjørligt at hava eftirlit við vatn- og streymnýtsluni. Til ber at stilla vatnmongdina á tí einstaku maskinuni, so at nýtslan verður so lítil sum gjørligt, og við einum sjálvvirkandi maskinsteðgi, tá fiskurin ikki fer ígjøgnum maskinuna, verður elnýtslan tillagað. Við einari sjálvvirknari stillan av eitt nú vaskiprogrammmi fær hvør liður í mannagongdini sum mest burturúr við so lítlari vatnnýtslu sum gjørligt. Tað verður minkað um spilluna uttan at tað kostar eyka tilfeingi í framleiðsluni. 

digital upgrade for fish processing machines

Minka um útreiðslurnar til umvælingar og eykalutir við talgildum viti

Framleiðslusteðgur, umvælingar og slitnir eykalutir kunnu vera ein sera dýrkandi partur av matvøruframleiðsluni.

Tískil er ein burðardygg framleiðsla ikki einans eitt parametur í mun til orkunýtsluna, men eisini í mun til at minka um útreiðslur til tímaverk og eykalutir. Hetta er nakað, sum vit í Petur Larsen í mong ár hava lagt dent á. Við Intelligence Kit kunnu vit nú bjóða eina loysn, sum ger tað gjørligt av sær sjálvum at neyvstilla maskinur og framleiðslukorini í so stóran mun, at tað hevur við sær minni viðlíkahald, minni slit og færri framleiðslusteðgir. Maskinurnar steðga, tá eingin fiskur er eftir á bandinum, og til ber at eitt nú stilla nýtsluna af hvørjum einkultum knívi, sum ikki skal brúkast, tá tað verður vaskað. Hetta, at teir ikki eru óneyðugt í nýtslu, leingir livitíðina á hvørjum einstakum luti.

digital upgrade for fish processing machines

Færri feilir og óvæntaðir framleiðslusteðgir

Intelligence Kit hevur við sær støðugt her og nú eftirlit við virkseminum hjá maskinunum.

Við Intelligence Kit fæst atgongd við snildfonini, sum ávarar beinan vegin, tá tað henda broytingar í framleiðsluni. Hetta ger tað møguligt skjótast gjørligt at fara inn og minka um skaðan. Tað henda færri feilir og framleiðslan verður meira effektiv. Harafturat verður hvør framleiðslusteðgur skrásettur, og dáta verður samanborið, soleiðis at mann loypandi hevur eitt yvirlit við støðuni- og endaúrslitinum á hvørjari einstakari maskinu. Intelligence Kit hevur í allari mannagongdini við at fyrireika eftirlit við- og stýrir fleiri maskinum – heilt frá vatntilflutninginum til samlibandið.

digital upgrade for fish processing machines

Yvirlit yvir kostnað og góðsku

Við loypandi at skráseta og máta støddina á fiski, fiskateljara og saðlateljara, er øll vitanin um góðskuna á fiskinum atkomulig á einum yvirlitsskíggja her og nú.

Yvirlitsskíggin er framleiddur, so hann er lættur at brúka, og ein kann hava eftirlit við frá fartelefonini. Her fær man leypandi upplýsingar um støddina á fiskunum í mun til nýtsluna av orku og vatni. Hetta merkir eitt skikkað innlit í góðskuna á hvørjum einstakum fiski og kostnaðin av framleiðsluni av hvørjari sending. Hetta er besti mátin at fáa eitt yvirlit og at fáa ásett rætta prísin, so at avlop er, tá útreiðslurnar eru roknaðar.

digital upgrade for fish processing machines

Yvirlitsskíggi og stýring frá snildfon

Talgildan er ofta fløkjaligt og setur høg krøv til tann, sum skal brúka tað.

Við Intelligence Kit hava vit tikið støði í tí, at tað skal vera lætt at brúka. Við einari einfaldari app verða allir upplýsingar og øll stýring atkomulig beinleiðis frá einum lokalum yvirlitsskíggja á snildfonini hjá tí einstaka brúkaranum.

Fylg við í framleiðsluni her og nú. Og tá tað henda framleiðslusteðgir, vatnoyðsl ella feilir á flakamannagongdini, fært tú eina ávaring. Tá maskinurnar hava fingið eina talgilda menning, henda færri feilir, og Intelligence Kit gevur tær atgongd gjøgnum snildfonina og ávarar beinan vegin, tá tað henda sveiggj í framleiðsluni.

Sjálvirkandi alarmur verður virkin, tá vatn- og elnýtslan er ov høg.

Kann Intelligence Kit nýtast til allar maskinur?

Tær siðbundnu fiskaframleiðslumaskinurnar eru einkultar og mekaniskar við sterkum tilfari og langari livitíð. Við Intelligence Kit er nú møguligt at geva maskinunum eina talgilda menning.

Okkara serkønu hjá Petur Larsen hava saman við kundum okkara ment Intelligence Kit. Tað er tillagað soleiðis, at tað riggar til tær flestu maskinurnar, sum longu verða nýttar til tær flestu framleiðslurnar.

Fyri Petur Larsen er tað av alstórum týdningi, at alt, sum vit menna, er gjørt soleiðis, at tað kann verða sett í verk og við fáum rættingum nýtast í verandi maskinum.

Kannað og longu í nýtslu

Intelligence Kit er framleitt af Petur Larsen i 2018 og er úrslit av einum samstarvi millum Schneider Electrics og útvaldar kundar. Fleiri enn 600 tímar liggja handan framleiðsluna, og endamálið var at gera eina talgilda menning til tær mekanisku maskinurnar, sum rigga væl og sum longu standa í framleiðsluhallunum hjá kundum okkara.

Petur Larsen er kent fyri at vera tilstaðar hjá kundunum kring allan heim. Teknikarar og serfrøðingar eru dagliga á gátt hjá kundunum og kenna tískil framleiðslukorini hjá tí einstaka kundanum. Júst tí hevur Petur Larsen eisini sum siðvenju, í samstarvi við fiskaframleiðararnar at menna loysnir, sum kunnu setast á og nýtast til tær maskinurnar, sum longu eru í nýtslu.

Intelligence Kit er longu sett á hjá lokalum kundum í Føroyum, meðan tað verður gjørt klárt til Intelligence Kit fleiri støð kring heimin.

Video

Klár til talgildan?

Okkara serfrøðingar standa klárir at talgilda tínar BAADER maskinur

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við okkum

Go to Top