Maskinuppboðssøla2021-01-12T11:33:14+00:00

Maskinuppboðssølan hjá Peturi Larsen er opin

Petur Larsen gevur tær nú møguleika at keypa brúktar BAADER maskinur til rætta prísin. Øll boð eru í trúnaði, so tú kanst trygt bjóða júst tað, tú metir er virði á maskinuni. Um tú ikki longur eigur hægsta boð, boða vit tær frá við telduposti.

Uppboðssølan

  • Auction
  • Auction

Treytir

Uppboðssølan er á netinum. Vit skila okkum rætt til at áseta minsta boð. Maskinurnar verða seldar til hægsta boð yvir ásetta minsta boð. Endaligi kostnaðurin fevnur ikki um flytning, trygging, uppseting og tænastuveiting. Tá ið tú gevur eitt boð upp á eina maskinu, gevur tú samstundis Peturi Larsen loyvi at seta seg í samband við teg.

Tit eru í tryggum hondum

Petur Larsen hevur gjørt BAADER-maskinur í stand síðani 1971. Vit hava nærum 50 ára vitan og royndir, og vit vilja geva tær lut í hesum royndum. Petur Larsen er formligur tænastupartnari hjá BAADER og veitir tænastu til fiskivinnuna um allan heim.

world map

Set tínar BAADER maskinur á uppboðssølu

Uppboðssølan hjá Peturi Larsen gevur tær møguleika at seta tínar gomlu BAADER-maskinur til sølu, soleiðis at tær aftur kunnu vera við í framleiðsluni. Set teg í samband við okkara sølutoymi, soleiðis at vit kunnu virðismeta tína maskinu til uppboðssøluna. Vit áseta eitt minsta boð saman við tær, og so er maskinan klár at fara á uppboðssølu.

Fá skil á framleiðsluna í dag

Hevur tú spurningar í sambandi við keyp og sølu av maskinum, vinarliga set teg í samband við meg.

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við meg

Go to Top