
Ein loysn til BAADER 189, sum ger, at tú bæði fært meira burtur úr tíni framleiðslu og økir um rakstraríkastið

Ein loysn til BAADER 189, sum ger, at tú bæði fært meira burtur úr tíni framleiðslu og økir um rakstraríkastið.
Hvat er Opti-Trim?
Petur Larsen hevur ment Opti-Trim, ið er eitt munadygt búkknívasett til BAADER 189 flakamaskinuna, sum ber til at stilla og gevur góð úrslit. Samanbera vit eina vanliga BAADER 189 við nýggju Opti-Trim loysnina, so syrgir nýggja loysnin fyri, at búkknívarnir av sær sjálvum fara sundur, hvørja ferð teir raka sporlið. Tí verða fløkini skorin heilt inn á bein á fiskinum, og hetta ger tey nógv tjykkri. Symmetriski skurðurin gevur eisini eitt flottari flak.
Uppseting
Opti-Trim er ment og framleitt á virkinum í Føroyum. Tað tekur umleið eina viku at seta framleiðslusettið í maskinuna, og tað er ein av okkara BAADER serfrøðingum, sum tekur sær av hesum arbeiði. Vit syrgja eisini fyri at royndarkoyra maskinuna við fiski, soleiðis at vit kunnu tryggja, at hon virkar, sum hon skal. Viðlíkahald av Opti-Trim verður gjørt á sama hátt sum eina vanliga BAADER 189 flakamaskinu.
“Vit bíløgdu Opti-Trim og hava verið sera væl nøgd við alla tilgongdina, bæði meðan Opti-Trim varð sett í maskinuna og aftan á uppsetingina. Vit hava eitt gott samband við serfrøðingin, sum hjálpti okkum í gongd við at kanna okkara framleiðslu. Vit hava sæð týðilig úrslit aftan á uppsetingina, og hesi vísa heilt greitt, at okkara úrtøka er vorðin betri.
Hava vit onkrar bráðfeingis spurningar, so er Petur Larsen altíð til dystin fús at hjálpa okkum.”
Kundi um Opti-Trim
Hvussu riggar Opti-Trim?
Ert tú enn í iva um hvussu Opti-Trim riggar?
Regin Toftegaard, ið er okkara Opti-Trim serfrøðingur, greiðir gjølla frá hvussu Opti-Trim loysnin riggar í hesum video.
Fá meira burturúr framleiðsluni við OPTI-TRIM.
Síggj hvat tú kanst gera

“Skurðurin á fløkunum frá BAADER 189 við Opti-Trim var so flottur at eg beinanvegin var sannførdur um at tað var tann rætta loysnin til okkum.“
Tórolvur Jacobsen, Chief Engineer hjá PRG um Opti-Trim
Samlaði prísur fyri eitt sett er 215.000 DKK
Uttan MVG og uppseting
Okkara serfrøðingar eru til reiðar at hjálpa tær. Set teg í samband við okkum og fá eina meting um tykkara meirinntøku við OPTI-TRIM.