Products2020-11-23T12:54:35+00:00

Hjá Petur Larsen hava vit ment eina røð av servørum, ið megna at fáa tínar maskinar til at koyra betri og klókari. Vit eru eisini veitari av einari rúgvu av eyku lutum frá viðurkendum merkjum og harafturat veita vit umvældar maskinir, har ið hvør partur er kannaður gjølla og varligani umvældur, tískil hava hesar maskinir garanti.

Okkara serloysnir.

Fá tínar maskinir til at koyra betri og klókari.

Talgilda tínar samgildu maskinir

Við Intelligence Kit verða tínar eldru BAADER maskinur talgildar og harvið betra um virkisførið og tryggja tína framleiðslu ímóti feilum.

Loading...
Loading...

Vit veita rakstrartryggar og effektivar maskinir við hesum álítandi merkjunum.

BAADER

BAADER maskinir eru samheiti við góðsku. Við okkara 40+ ára royndir við BAADER er eingin ivi í at við rættari røkt halda BAADER maskinir áfram við at rigga.

FOMACO

Fomaco varð stovnað í 1976 sum eitt handils- og framleiðslu felag, sum skuldi veita maskinur og útgerð til matvøruframleiðslu.

EUSKAN ++

Euskan framleiðir eitt av teimu bestu vakuum skipanum fyri pumpan av fiski – fangaður eins og livandi fiskur. Ein Euskan vakuum skipan er mild og arbeiðir skjótt við rávøru, við nýtslu av tað bestu og nýggjastu tøknina, ið er tøk.

MOSCA

Ein Mosca spennimaskina er fremst á marknaðinum og spenna við høgari ferð. Framleiddar úr rustfríum stáli merkir at tær eru haldfarar.

Okkara umvældu maskinir kunnu vera sum nýggjar, og kanska betri.

Umvældar maskinir

Fult endurnýggjaðar maskinir.

Eyka lutir

Røkj tínar maskinir ordiligt.

Justin, CFO of

“Vit hava havt eina góða uppliving við Atla Larsen og vilja gjarna viðmæla hann og Petur Larsen P/F. Viðlíkahaldsarbeiði, ið er gjørt á BAADER maskinurnar hevur týðiliga økt um úrtøkuna, virkisføri og framleiðslunøgdina.”

Justin FunkCFO hjá SouthFresh Aquaculture

Átak tær ábyrgdina av tínari framleiðslu nú.

Greið frá um avbjóðingarnar, ið tú stríðist við, hvørjar maskinir tú nýtir í tínari framleiðslu.
Ein av okkara senior tøkningum hjálpir tær við at kortleggja tínar avbjóðingar.

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við meg

Go to Top