Í dag eru teir tríggir, Leif, Kristian Martin og Álvur í gongd við at renovera ein BAADER 189 flakamaskinu, ið skal sendast til USA seinni í vikuni. Hetta er onnur sending av maskinum, ið verða send til ein kunda í USA. Saman við hesari maskinuni er eisini ein BAADER 51 skrædlari. Maskinan verður – sum við øllum øðrum maskinum hjá Petur Larsen – gjølla eftirhugt og allir deilir, verða antin nýrenoveraðir ella skiftir út við nýggjar deilir.

Álvur tekur sær av øllum el-arbeiði, og hinir báðir taka sær av reystini.




