Services2020-11-23T12:57:28+00:00

Finn tí røttu service ætlan til tín.

Loading...
  • Vit kunnu kanna standin á tínum maskinum, meðan tær koyra.
  • Kanningin vísur, um tínar maskinur hava brúk fyri nærri eftirlitið og hvussu átrokandi tað er at fáa maskinurnar nærri kannaðar.
Loading...
  • Vit kanna maskinurnar hjá tær meðan tær standa stillar.
  • Fá eina nágreiniliga frágreiðing, ið vísir hvat skal gerast fyri at fáa bestu úrtøkuna.
  • Minka um vandan fyri ikki planløgdum framleiðslustøðgum.
Loading...
  • Reglulig service grundað á tína framleiðslu tryggjar eina áhaldandi góða úrtøku.
  • Ein daglig viðlíkahaldsætlan verður gjørd til tínar BAADER maskinur.
  • Tínir maskinmenn fáa bestu skeiðini og amboð fyri at tryggja besta dagliga viðlíkahaldið.
  • Minka um ikki planlagdar framleiðslusteðgir
Loading...
"Vit hava havt eina góða uppliving við Atla Larsen og vilja gjarna viðmæla hann og Petur Larsen P/F. Viðlíkahaldsarbeiði, ið er gjørt á BAADER maskinurnar hevur týðiliga økt um úrtøkuna, virkisføri og framleiðslunøgdina."
Justin Funk, CFO, SouthFresh Aquaculture
"Tað er sera týdningarmikið at BAADER flakamaskinurnar skera væl, tí hvørt úrtøkuprosent hevur nógv at siga fyri roknskaparúrslitið. Eg havi arbeitt saman við Atla Larsen frá Petur Larsen síðani 1997. Atli er, eftir mínum tykki, tann dugnaligasti BAADER montørurin í Norðurlondum. Faroe Origin hevur brúkt Petur Larsen byrjan í 2011."
Jens Pauli Petersen, Stjóri, Faroe Orign

ÁLÍTANDI TÆNASTA

Vit raðfesta dygdargóða og viðkomandi tænastu til fiskivinnuna.

Støðugt viðlíkahald er tín trygd fyri at maskinur og útgerð  áhaldandi geva bestu úrtøkuna. Tí viðmæla vit tær at gera tænastusáttmála, ið tryggjar tær eina haldgóða framleiðslu og sparir teg fyri kostnaðarmikilar framleiðslustegðir. Tað er við øðrum orðum góð forrætning fyri okkum og fyri teg.

Tínir fyrimunir

  • Tínar maskinur framleiða altíð til bestu úrtøku.
  • Tær nýtist ikki at hugsað um viðlíkahald av maskinunum.
  • Færri framleiðslustegðir.
Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við meg

FÁ SEINASTU TÍÐINDINI FRÁ PETUR LARSEN

klikka á knøttin og skráset tínar upplýsingar

MELDA TIL

Go to Top