Tænastu Førleikar2020-08-20T07:04:19+00:00

Vit umvæla maskinurnar hjá tínum kundum

Tú hevur ein hópin av BAADER maskinum í tínari produktión og tú hevði ynskt at har var ein lættari máti at fáa yvirlit yvir hvør fær hjálpt tær við at veita tænastu til tær allar. Vit kenna alt til tínar trupulleikar og hvussu ringt tað er at finna tann rætta til arbeiði. Síðan 1971 hava vit røkt og umvælt BAADER maskinur og ígjøgnum árini hava vit fingið hópin av royndum á óteljandi BAADER maskinum. Men tær tørvar ikki at lurta eftir hvat vit siga. Her er ein frásøgn frá ein av okkara kundum.

“Tað er sera týdningarmikið at BAADER flakamaskinurnar skera væl, tí hvørt úrtøkuprosent hevur nógv at siga fyri roknskaparúrslitið. Eg havi arbeitt saman við Atla Larsen frá Petur Larsen síðani 1997. Atli er, eftir mínum tykki, tann dugnaligasti BAADER montørurin í Norðurlondum.” Jens Pauli Petersen, Stjóri, Faroe Origin

BAADER tænastur er lætt

Vit hava gjørt ein lista, ið gevur tær eitt fullkomið yvirlit yvir tær maskinur, ið vit eru før fyri at veita tænastu til. Tað einasta tú skalt gera er:

  • Hygg um listin hevur tí maskinuna, ið tørvar tænastu.
  • Tá tú hevur funnið maskinuna, set teg so í samband við okkum fyri at fáa eitt tilboð.
  • Vit venda aftur til tín við einari tíðarætlan og einum tilboðið.

Vit svíkja teg ikki

Okkara listi er altíð dagførdur, so tær nýtist ikki at stúra um tað.
Tú ert altíð vælkomin til at práta við okkum um tú hevur tørv á útdýpan av onkrum áðrenn vit fara víðari. Ókeypis, sjálvsagt.
Okkara tænastu vørur eru liðaligar og um tú bert hevur tørv á at fáa eyðmerkt hvørja tænastu tín maskina hevur tørv á, so finna vit eisini útav tí.

Set teg í samband við okkum og fá eitt tilboð

Set teg í samband við okkum í dag og so venda vit aftur við einari tíðarætlan. Við okkara hjálp fært tú beinleiðis atgongd til nakrir av teimu dugnaligastu BAADER service tøkningunum, ið eru. Hetta gevur tær møguleikan fyri at bjóða tínum kundum at fáa tað mesta úr sínum BAADER maskinum.

Vores service kompetence liste giver dig komplet oversigt over de maskiner vi kan tilbyde fuldt service – mekanisk, teknisk og justeringer – på.

 BAADER MASKINA  TYPE
 Avhøvdari  IS031
 Avhøvdari  IS033
 Avhøvdari  IS034
 Avhøvdari / Flaka Maskina  32
 Skrædlari  51
 Skrædlari  52
 Skrædlari  56
 Skrædlari  59
 Brýni Maskina  60
 Brýni Maskina  61
 Flaka Maskina  99
 Kryvji Maskina  142
 Flaka Maskina (Reyðfiskur )  150
 Flaka Maskina (Reyðfiskur )  151
 Flaka Maskina (Flatfiskur)  176
 Flaka Maskina  184
 Flaka Maskina  185
 Flaka Maskina  187
 Flaka Maskina  189
 Flaka Maskina  190
 Flaka Maskina  200
 Flaka Maskina (Stórur Fiskur )  201
 Flaka Maskina (Stórur Fiskur )  220
 Flaka Maskina (Stórur Fiskur )  221
 Skrædlari og Flaka Maskina  252
 Avhøvdari  415
 Avhøvdari  417
 Avhøvdari  419
 Avhøvdari  421
 Avhøvdari  424
 Avhøvdari  426
 Avhøvdari (V-Cut)  427
 Avhøvdari (Straight-Cut)  429
 Avhøvdari (U-Cut)  434
 Avhøvdari (U-Cut )  434S
 Avhøvdari  440
 Avhøvdari  444
 Fleki Maskina (Saltfiskur)  541
 Fleki Maskina (Saltfiskur)  580
 Fleki Maskina (Saltfiskur)  581
 Fleki Maskina (Saltfiskur)  582
 Fars Maskina  601
 Fars Maskina  607
 Fars Maskina  694
 Fars Maskina  695
 Fars Maskina  696
 Fars Maskina  697
 Avhøvdari (Multi sløg)  1741
Go to Top