Tíðindabræv 13.03.2022
Tað er ein sera spennandi menning í flakavinnuni beint nú
Sólbjørn Fríði Olsen byrjaði í nýggjum starvi hjá Petur Larsen í februar í fjør, sum nýútbúgvin civilverkfrøðingur innan automatión og robottøkni. Petur Larsen gongur á odda innan menning og nýhugsan innan føroysku flakavinnuna í løtuni og tað var ein kjansur, sum Sólbjørn Fríði ikki lat fara framvið
Sólbjørn Fríði Olsen er mitt í verðini. Í teimum søguligu hølunum hjá Bacalao á Vestaru Bryggju í Havn ganga útbúgving og starv upp í eina hægri eind. P/F Barðið, sum nú húsast í niðastu hæddini hava tikið avgerð um, at fáa Petur Larsen at flyta felagið eitt stórt tekniskt fet framá.
Sólbjørn Fríði Olsen og starvsfelagar frá Petur Larsen hava sett upp ein robotloysn, sum setur fiskakassar á plattar eftir eini strikukotuloysn. Petur Larsen hevur sett upp nýggj bond frá maskinuni, sum sorterar fiskin í støddir og gjørt eina uppsamlingsstøð, har ið kassarnir vera settir so teir eru klárir til robottin at taka.
Loysnin fyri Barðið tryggjar at fiskakassarnir koma skjótari og neyvari á plattar, umframt at felagið sleppur undan einum sera tungum fysiskum arbeiði.
Petur Larsen hevur gjørt alt smiðjuarbeiðið og el-arbeiði á staðnum og Sólbjørn Fríði Olsen er upplærdur í, hvussu stýringarnar skulu brúkast og hvussu robotturin skal programmerast av nýggjum, um tað gerst neyðugt.
Hevði Petur Larsen í kikaranum
Sólbjørn Fríði Olsen hevur havt eitt gott eyga til Petur Larsen ígjøgnum fleiri ár. Á JobMatch hevur hann hvørt ár seinnu árini verið á básinum hjá Petur Larsen á JobMatch, tí hann visti at teir arbeiddu við flakamaskinum.
– Eg gitti mær til, at har vóru onkrar stýringar uppi í maskinunum. Og tað passaði jú væl til mín, sigur Sólbjørn Fríði Olsen.
Og menningin hjá Petur Larsen og áhugin hjá Sólbjørn Fríða Olsen hevur víst seg at passa sera væl. Tí meðan Sólbjørn Fríði er í holtur við at gera seg lidnan, so setur Petur Larsen av álvara ferð á menningina í felagnum.
– Vit hava sett eina menningardeild á stovn, tí vit duga at síggja eitt stórt potentiali í talgildum loysnum og betri maskinum til flakavinnuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen.
Menningin hjá Petur Larsen hevur longu kastað eina røð av nýhugsanum av sær innan eina higartil nokso konservativa vinnu. Data Kit, sum Petur Larsen hevur ment, er ein talgild loysn, sum mátar brúk av streymi og vatni og sum telur fiskanøgd og fiskasløg, driftstíð og annað.
– Vit menna loysnir, sum gera, at kundarnir hjá okkum spara orku og vatn og fáa størri vinning, sigur Rógvi Róin.
Sólbjørn Fríði Olsen var settur í starv á menningardeildini hjá Petur Larsen í fjør og hann hevur longu havt fingrarnar í nýhugsandi skipanunum hjá Petur Larsen, so sum nýggju flakamaskinuna, Data Kit og Fisheye, sum er ein serviceportalur til kundarnar hjá Petur Larsen.
Fyri Sólbjørn Fríða Olsen er ongin ivi um, at hann hevur tikið rætta valið. Hann er komin til eina fyritøku, sum arbeiðir við framtíðini í einari vinnu, sum stendur fyri einari øgiligari menning.
– Tað sær út sum um beint nú, at teir stóru á marknaðinum kappast um at koma fyrst við nýggjari tøkni, og tað ger tað øgiliga spennandi fyri okkum sum liggja undir og skulu levera loysnirnar, sigur Sólbjørn Fríði Olsen.
Á menningardeildini hjá Petur Larsen starvast fimm fólk, og Sólbjørn Fríði Olsen ivast ikki eina løtu í, at menningardeildin fer at vaksa munandi komandi árini.
Petur Larsen
Petur Larsen P/F
Postbox 64
FO-530 Fuglafjørður
www.peturlarsen.fo