Ein umbýtingarskipan loysti tvístøðuna mitt í framleiðslurokinum
Hjá Vaðhorni var framleiðslan í gongd við fullari ferð – og tað hevði hon verið leingi. Nógvir lutir í BAADER 421 maskinunum vóru um at vera uppslitnir, men tíð var ikki til at taka maskinurnar úr framleiðsluni, soleiðis at tær kundu umvælast.
Vanliga er tað gott, at nógv verður framleitt. Men støðan, sum Vaðhorn í Føroyum var í, setti virkið í eina tvístøðu. Báðar BAADER 421 maskinurnar hjá virkinum koyrdu støðugt alla tíðina, men orsakað av tí nógva arbeiðinum, var ikki tíð til eftirsýn og smáar umvælingar.
”Tað var umráðandi at finna eina loysn, har vit kundu halda framleiðsluna í gongd, hóast báðar maskinurnar skuldu umvælast og kannast,” sigur Petur Hendrik R Djurhuus, sum er tekniskur verkfrøðingur hjá Vaðhorni.
Týðandi lutir máttu skiftast
Hjá Vaðhorni verða maskinurnar av og á eftirkannaðar innanhýsis. Men orsakað av tí nógva arbeiðinum og øllum framleiðslutímunum, vóru nógvir lutir skalaðir ella so slitnir, at tørvur var á eini gjølligari umvæling.
Effektiviteturin minkar so við og við, um neyðugar umvælingar ikki verða gjørdar, og lutir ikki verða skiftir, og tí er vandi fyri maskinbrekum, og hetta kann hava við sær øktar og dýrar fremleiðslusteðgir, sum eingin hevði sæð koma. Harafturat komu útreiðslurnar av at umvæla og dagføra maskinurnar. Hetta hevði merkt eina seinking, tá talan er um at avhenda hvítfisk. Hvørki av hesum var ein ynskisstøða hjá Vaðhorni, nú so nógv var at gera.
Vaðhorn setti seg í samband við tænastu-toymið hjá Peturi Larsen, sum vanliga tekur sær av at eftirsýna maskinurnar. Serfrøðingar hjá Petur Larsen koma javnan til viðskiftafólk bæði í Føroyum, Danmark, Noregi, Kanada, Portugal, USA, Týsklandi, Pólandi, Grønlandi og restina av heiminum.
Rógvi Róin, stjóri hjá Petur Larsen um skraddarseymaðar loysnir
“Okkara serfrøðingar ferðast nógv. Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit koma út til okkara viðskiftafólk, tí at tað ger, at vit kenna tey, og vit fáa innlit í teirra framleiðslugongd og tær lokalu umstøður, sum tey arbeiða undir. Vit hava eina drúgva siðvenju í at skapa loysnir, sum hóska til teirra tørv. Tað er hetta, ið sermerkir okkum, og vit finna altíð eina loysn.”

Loysnin hjá Vaðhorni varð ein Swap-skipan.
Petur Larsen lænti fiskaframleiðaranum eina umvælda BAADER 421 maskinu, soleiðis at framleiðarin ótarnaður kundi halda á fram við framleiðsluni, meðan teirra BAADER 421 maskinur vóru til umvælingar á verkstaðnum. Áðrenn 14 dagar vóru gingnir vóru báðar BAADER 421 maskinurnar aftur í framleiðslu, umvældar og dagførdar.
”Vit kundu halda á fram við framleiðsluni”
”Vit eru ógvuliga glað fyri, at Petur Larsen bjóðaði okkum møguleikan at læna eina maskinu, soleiðis at vit kundu hava framleiðsluna koyrandi, meðan okkara maskinur blivu umvældar,” sigur Petur Hendrik R Djurhuus.
Júst loysnin at býta eina maskinu við eina sama slag BAADER maskinu, meðan hin er til umvælingar, er ein møguleiki, sum Petur Larsen bjóðar viðskiftafólki kring allan heim.
Vit senda gleðiliga eina samsvarandi maskinu til viðskiftafólkið, um tørvur er á tí. Vit hava nógvar BAADER maskinur á lagri og hetta hevur við sær, at okkara viðskiftafólk ikki verða rakt av framleiðslusteðgum. Vit bjóða enntá eisini at flyta tær ókeypis, um tað er innan fyri ES,” sigur Rógvi Róin.




