Tíðindir 29.06.2022
Uppstigan av maskinum úr Íslandi
Íslenskt Sjávarfang Ehf stríddist við at seta tíð av í framleiðsluni til størri umvælingar av teirra flakamaskinum. Tá støðulýsingar vóru gjørdar av tveimum Baader 189 maskinum var einki at ivast í. Íslenskt Sjávarfang avgjørdi at besta loysnin var at senda maskinurnar til smiðjuna hjá Petur Larsen í Føroyum og lata toymi umvæla og uppstiga tær við framkomnari tøkni.
Hannes Þór Jónsson, framleiðsluleiðari hjá Íslenskt Sjávarfang, var í einari tvístøðu – tvær baader 189 flakamaskinur til hvítfisk trongdu til umvæling, men maskintøkningarnir eru eisini íleggjarir, so lítið av frítíð var til umvælingar. Maskintøkningarnir høvdu lagt til merkis at úrtøkan var væl undir væntað og hevði biðið Petur Larsen um at gera støðulýsing.
Uppstiging meðan tú ert í gongd
Støðulýsing gav greitt svar – báðar maskinur máttu umvælast. Alternativi, ið var at keypa nýggjar var ov kostnaðarmikið, og umvæling sýndist betri fyri umhvørvið. Tá umvælingin var so krevjandi, bleiv skjótt avgjørt at lættast var um tað bleiv gjørt í smiðjuni í Fuglafirði.
– Eg vil viðmæla hesa loysnini til teirra, ið eru áhugaði í at dagføra sína framleiðsluútgerð uttan at keypa nýggja. At fáa sum mest burturúr gomlu tólini við at leggja framkomna tøkni afturat er eisini umhvørvisvinarligt, sigur Hannes Þór Jónsson, Framleiðsluleiðari
Fá sum mest burturúr tíni gomlu tól við at leggja framkomna tøkni afturat
Íslenskt Sjávarfang valdi at dagføra maskinurnar við trimum ‘retro-fit’ loysnum, ið Petur Larsen hevur framleitt. Hesi settini økja úrtøkuna, trygdina og vitanina um framleiðsluna. Loysnirnar vóru:
- Opti-Trim – eitt munadygt búkknívasett til Baader 189 flakamaskinuna. Við Opti-Trim fara knívarnir sundur, hvørja ferð teir raka sporlið, ið økir úrtøkuna við upp til 1,5% – sum í fiskuvinnuni lættligani merkir 1 millión á botnlinjuni.
- Datakit – ein talgild loysn til flakamaskinur og onnur framleiðslutól. Skipanin metur og avmarkar el- og vatn-nýtsluna, skrásetur vekt, stødd, mongd, slag, framleiðslutímar osfr.
- Trygdarnet – ein stórur munur á Baader 189 og tær maskinurnar, ið vera framleiddar í dag er trygdin. Í dag eru knívar, tøknin og transportbond fjøld við plátuhúsum, men maskinur, ið vóru framleiddar áðrenn fyrru helvt av 1990inum, høvdu ongar plátahúsar. Petur Larsen framleiddi trygdarnet til maskinuna fyri at økja trygdina hjá starvsfólkunum.
Reint mekanisk, men framkomin
Við dagføringum var maskinan enn púra mekanisk, men við Opti-Trim øktist úrtøkan, Datakit veitti dagliga kunning um viðgjørda fiskin, spardi streym og vatn, og trygdarnetið syrgdi fyri at starvsfólkini vóru trygg.
– Umvældar Baader 189 maskinur frá Petur Larsen eru eins og spildurnýggjar maskinur. Mekaniskar og elektroniskar broytingar hava betra avrikini og úrtøkunar, meðan fløkini eru nógv flottari. Harafturat fáa vit virðismiklar dátur um framleiðsluni frá datakittinum, sigur Hannes Þór Jónsson, Framleiðsluleiðari
Tá maskinurnar vóru liðugt umvældar og uppstigaðar, fóru tøkningar hjá Petur Larsen við teimum aftur til Ísland at seta tær upp á virkinum hjá Íslenskt Sjávarfang. Aftaná var royndarkoyring við fiski, rættingar vóru gjørdar og starvsfólkini hjá Íslenskt Sjávarfang fingu yvirlit yvir broytingunum á maskinunum, hvussu tey fáa mest burturúr tólunum og at enda ráðgeving um lætt viðlíkahald til avmarkaða tíð.
Petur Larsen
Petur Larsen P/F
Postbox 64
FO-530 Fuglafjørður
www.pl.fo
Íslenskt Sjávarfang
Íslenskt Sjávarfang Ehf
Bakkabraut 2
IS-200 Kópavogur
www.sjavarfang.is








