FYRI TYKKUM. HVØNN MORGUN
Leiðandi veitari av maskinum og tænastum til fiskivinnu-ídnaðin.
Petur Larsen er leiðandi veitari av maskinum og tænastum til fiskivinnu ídnaðin. Okkara marknaður er allur heimurin.
Fyritøkan varð stovna í 1971, aftaná Petur Larsen kom aftur til Føroyar. Hann hevði tá arbeitt í Føroyingahavnini í Grønlandi í fleiri ár; fyri tað mesta sum maskinmaður, har hann hevði fingist serliga nógv við BAADER maskinur.
Fyritøkan byrjaði í kjallarunum í heiminum hjá Annu og Petur Larsen, og hóast hølisviðurskiftini ikki vóru tey bestu, so kundi ikki setast fingurin á góða tænastuna og dygdar-handverkið Petur Larsen veitti. Arbeiðsuppgávurnar blivu so líðandi so nógvar, at Petur Larsen í 1990 flutti í størri hølir. Vøksturin steðgaði ikki her, og í 2002 flutti Petur Larsen inn í ein nýggjan virkisbygning, ið hann hevði lati bygt í Fuglafirði.
Í 2007 keyptu synirnir Atli Larsen og Rógvi Róin fyritøkuna, ið teir báðir enn reka. Fyritøkan er nógv vaksin, og í dag røkkur hon útum landoddarnar við tænastum og vørum til fiskivinnuna runt allan heimin.
Hóast nógv er broytt síðan 1971, tá Petur Larsen byrjaði virksemi í kjallarunum, so er endamálið við fyritøkuni enn tað sama. Vit vilja, at okkara kundar skulu klára seg betri.
TOYMI
Vit eru smiðir, elektrikara, montørar og nógv annað. Felags fyri okkum øll er, at vit eru her fyri tykkum. Hvønn morgun.
OKKARA SØGA
Stovnað í 1971 merkir at vit hava verið ígongd í meiri enn 45 ár. Les meira um hvussu fyritøkan – ígjøgnum árini – er broytt.