Review while Running2020-11-23T12:53:34+00:00

Framleiðslan koyrir við fullari styrki, og tú hevur í tonsavís av fiska, ið skal í gjøgnum BAADER maskinurnar. Talið av tímum maskinurnar hava koyrt síðani seinasta service er ógreitt, men tað hevur tú heldur ikki tíð at hugsa um. Fiskurin skal avgreiðast, so tú krossar fingrar og vónar at maskinurnar ikki svíkja teg. Ein framleiðslustøðgur er tað síðsta tú hevur brúk fyri nú.

Ikki at vita er ongantíð gott, og tá okkurt óvæntað hendir kann tað enda við at gerast ein dýrur umgangur. Tíbetur hevur Petur Larsen hugsað um hetta, og vit kunnu hjálpa tær at fáa neyðuga yvirlitið. Við einari serfrøðingarvitjan fært tú vitanina til at taka betri avgerðir, ið er bygt á vitan heldur enn gitan.

Við einari rapport frá serfrøðinginum fært tú kunnleikan til at handla rætt.

baader machine

Soleiðis er ein serfrøðingarvitjan

  • KANNA UNDIR FRAMLEIÐSLU erfrøðingurin ger eina støðulýsing av maskinunum meðan tær koyra.
  • RAPPORTIN Tá serfrøðingurin er liðugur við at kanna tínar maskinur, skrivar hann eina rapport, sum vísir hvørjum standi maskinurnar hjá tær eru í og hvat skal gerast við maskinurnar. Tú fært eitt yvirlit, sum gevur tær førleikan at meta um tínar maskinur hava tørv á viðlíkahald og hvussu átrokandi hetta er.

Fá betri úrtøku og minka um framleiðslusteðgirnar

Betri yvirlit gevur betri úrtøku og økir um framleiðslu virðið. Hjá Petur Larsen eru vit altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, so vit í felag kunnu menna tína fyritøku og føroysku fiskivinnuna bestu førleikarnar.

Justin, CFO of

“Vit hava havt eina góða uppliving við Atla Larsen, og vilja gjarna viðmæla hann og Petur Larsen P/F. Viðlíkahaldsarbeiði, ið er gjørt á BAADER maskinurnar hevur týðiliga økt um úrtøkuna, virkisføri og framleiðslunøgdina.”

Justin FunkCFO hjá SouthFresh Aquaculture

Aðrar loysnir

Loading...

Fá neyðugu vitanina, fyri at tryggja bestu úrtøkuna.

Sí loysn
Loading...

Fá betri úrtøku og færri framleiðslusteðgir.

Sí loysn

Fá stýr uppá framleiðsluna í dag

Greið okkum frá um tínar avbjóðingar tú hevur í gerandisdegnum, og hvørjar maskinur tú hevur í framleiðsluni..
Avtalað eina tíð og ein av okkara serfrøðingum vil hjálpa tær at fá kortlagt tínar avbjóðingar.

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við meg

Title

Go to Top