Støðulýsinging er ein útgreiðna frágreiðing, sum fortelur tær alt tær nýtist at vita um standin á tínum maskinum. Støðulýsinging gevur tær neyðugu vitanina til at fáa tínar maskinur at geva bestu úrtøkuna. Tú vilt eisini vita hvat má gerast við tínar maskinur fyri at minka um óplanlagdar framleiðslusteðgir á virkinum.
Tú kennir týdningin av fáa best møguligu úrtøkuna frá tínum BAADER maskinum. Men sum við so nógvum øðrum, so krevur gerandisdagurin sítt, og ymisku trupulleikarnir ið stinga seg upp hvønn dag skulu loysast her og nú. Tú hevur hóast alt kundar, ið skulu hava sína vøru til tíðina. Hóast tú ert vælvitandi um, at áhaldandi góð úrtøka krevur, at tú alla tíðina hjúklar um maskinurnar, so er tíðin bara ikki til tað. Støðulýsinging er svarið uppá tínar avbjóðingar
Betra um úrtøkuna
Vit kenna til hvussu ørkymlandi tað er at taka hond um alt tekniska á virkinum. Petur Larsen hevur gjørt viðlíkahald á BAADER síðani 1971.
At vita nær rætta tíðin er til viðlíkahald á maskinunum krevur eitt gott yvirlit, sum støðulýsinging kann geva tær.
Soleiðis fært tú yvirlit
Petur Larsen kann geva tær neyðuga yvirlitið. Okkara loysn er støðulýsingin sum gevur tær kunnleikan til at taka røttu avgerðirnar viðvíkjandi viðlíkahald av maskinunum.
Støðulýsinging verður framleidd eftir ein umfatandi gjøgnumgongd av tínum maskinum er gjørd. Best er at maskinurnar ikki eru í framleiðslu meðan kanningin verður gjørd.
Úsliti er ein útgreina frágreiðing, sum fortelur tær alt tær nýtist fyri at vita hvørjum standi maskinurnar hjá tær eru í og hvat skal til fyri at røkka bestu úrtøkuna. Tú vilt eisini vita hvat skal gerast fyri at minka um vandan fyri framleiðslusteðgum á virkinum.
Fá hægri úrtøku og minka um framleiðslusteðgirnar
Samlaða viðlíkahaldsskipanin hjá Petur Larsen gevur tær bestu fortreytirnar fyri at fáa innført ein proaktivan viðlíkahaldsmentan, ið gevur tær og tínari fyritøku eitt betri yvirlit av tínum framleiðslutólum saman við einari hægri úrtøku.
“Vit hava haft eina góða uppliving við Atla Larsen, og vilja gjarna viðmæla hann og Petur Larsen P/F. Viðlíkahaldsarbeiði, ið er gjørt á BAADER maskinurnar hevur týðiliga økt um úrtøkuna, virkisføri og framleiðslunøgdina.”
Justin Funk CFO hjá SouthFresh Aquaculture
Fá stýr uppá framleiðsluna í dag
Greið okkum frá um tínar avbjóðingar tú hevur í gerandisdegnum, og hvørjar maskinur tú hevur í framleiðsluni.
Ein av okkara serfrøðingum vil hjálpa tær at fá kortlagt tínar avbjóðingar.