Sølu- og veitingartreytir2020-06-22T20:49:18+00:00

SØLU- OG VEITINGARTREYTIR

1.

GILDI

1.1

Hesar sølu- og veitingartreytir galda, tá ið annað ikki er avtalað, fyri Petur Larsen pf (hereftir PL) fyri alla sølu (hereftir seldi luturin) til kundan (hereftir kundin) og tænastu- og verkstaðsarbeiði fyri kundan.

2.

PRÍSUR

2.1

Prísurin á selda lutinum er ásettur í viðkomandi undirskrivaða sáttmálanum. Prísurin umfatar ikki flutning, meirvirðisgjald, toll og annan skatt og avgjøld, uttan so at annað er ávíst. Slíkar upphæddir ber kundin umframt ásetta prísin.

2.2

Hækka veitarar hjá PL prísirnar, og fevna hesar príshækkingar um bílagdar, men ikki útflýggjaðar seldar lutir, kann prísurin, ið nevndur er í bíleggingarváttanini, hækkast samsvarandi. PL skal alt fyri eitt og innan 5 dagar eftir at hava fingið boð um príshækking boða kundanum frá hesum. Kundin kann síðan ógilda gjørdu avtaluna við skrivligari fráboðan. Fráboðanin skal vera PL í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at kundin fekk boð um prísbroytingina. Boðar kundin ikki frá, at hann strikar bíleggingina innan 7 daga freistina, verður avtala mett at vera gjørd sambært broytta prísinum, sum PL hevur boðað frá.

2.3

Broytast avgjøld ella aðrar veitingar, ið skulu rindast í sambandi við sølu ella skráseting av seldum lutum, eftir at avtala er gjørd, men áðrenn goldið er, broytist prísurin av selda lutinum samsvarandi.

3.

GJALDSTREYTIR

3.1

Keypsupphæddin verður goldin sambært nærri avtalu.

3.2

PL hevur rætt til at krevja, at goldið verður frammanundan, sum treyt fyri at gera avtalu við kundan.

4.

OGNARFYRIVARNI

4.1

PL hevur ognarrættin til selda lutin, til øll keypsupphæddin við avgjøldum, útreiðslum og møguligum rentum er goldin.

4.2

Inntil kundin hevur fingið ognarrættin, hevur kundin skyldu til at tryggja selda lutin hóskandi, og endursøla, veðseting, útlán, útleiga, viðgerð ella onnur handfaring av vøruni, ið er til ógagns fyri PL, er ikki loyvd. Kundin hevur skyldu til at geva PL atgongd til vøruna og til at gera sítt til, at hon verður útflýggjað, skuldi PL strikað søluna.

5.

VEITING, SEINKAN OG VÁÐASKIFTI

5.1

Ein veiting er mett at vera framd, tá ið seldi luturin er vorðin kundanum tøkur ella flýggjaður einum triðjaparti, ið kundin hevur ávíst, t.d. einari flutningsfyritøku.

5.2

Eftir útflýggjan ber kundin váðan fyri selda lutin.

5.3

Letur kundin vera við at avheinta ella taka ímóti selda lutinum, ella elva onnur viðurskifti hjá kundanum til, at seldi luturin ikki kann útflýggjast, verður veitingin mett at vera farin fram, tá ið PL hevur gjørt selda lutin tøkan fyri kundanum. Inntil kundin avheintar selda lutin, verður seldi luturin havdur í varðveitslu fyri kundans rokning og váða, soleiðis at PL hevur rætt til at krevja gjald fyri allar útreiðslur hesum viðvíkjandi. PL hevur rætt til at selja øðrum lutin sambært § 34 í keypilógini.

6.

UNDANTAKSFØRI (FORCE MAJEURE)

6.1

PL hevur ikki ábyrgd av seinkingum, ella at avtalan verður hildin til lítar, um orsøkin er umstøður, ið PL ikki hevur ræði á, t.d. kríggj, óvanlig náttúrufyribrigdi, eldur, verkfall, verkbann ella yvirgangur. PL skal alt fyri eitt boða kundanum frá umstøðunum, ið forða fyri, at avtalan verður hildin.

7.

BREK OG TROT

7.1

Eykalutir/tænastuveitingar

7.1.1

PL hevur ábyrgd av, at eykalutir eru lýtaleysir sambært viðkomandi vørulýsingum, tá ið teir verða útflýggjaðir, og at tænastuveitingar verða greiddar væl og rætt.

7.1.2

Skuldi eitthvørt brek ella trot verið í sambandi við útflýggjaðar eykalutir og/ella tænastuveitingar, bjóðar PL, at tað verður umvælt ella útskift uttan útreiðslur fyri keyparan. PL ger av, hvørt eykalutir skulu umvælast ella skiftast út. Metir PL tað vera neyðugt at senda eykalutir aftur til PL at umvælast, rindar PL fyri allar útreiðslur í hesum sambandi.

7.1.3

Keyparin hevur skyldu til at kanna vøruna, tá ið hon verður útflýggjað, og alt fyri eitt at klaga, um brek ella trot verður staðfest. Klagar keyparin ikki alt fyri eitt eftir at hava staðfest brek ella trot og í síðsta lagi 24 mánaðir eftir, at vøran er útflýggjað, missir keyparin øll rættindi mótvegis PL.

7.1.4

Fyri tænastuveitingar eina er klagufreistin tó 3 mánaðir eftir lokið arbeiði.

7.2

Brúktar maskinur

7.2.1

Brúktar maskinur verða seldar í verandi líki og annars sum sýnaðar av kundanum. PL tryggjar, at maskinan er í nýtiligum standi og virkar, sum hon skal, tá ið hon verður útflýggjað.

7.2.2

Skuldi maskinan havt eitthvørt brek ella trot, bjóðar PL ókeypis umvæling av henni. PL ger av, í hvønn mun maskinan skal umvælast, bara hon er virkisfør.

7.2.3

Keyparin hevur skyldu til at kanna maskinuna, tá ið hon verður útflýggjað, og alt fyri eitt at klaga, um brek ella trot verður staðfest. Klagar keyparin ikki alt fyri eitt eftir at hava staðfest brek ella trot og í síðsta lagi 3 mánaðir eftir, at maskinan er tikin í brúk, tó undir ongum umstøðum seinni enn 6 mánaðir eftir útflýggjan, missir keyparin øll rættindi mótvegis PL.

7.2.4

Hervið verður dentur lagdur á, at í mesta lagi 6 mánaða ábyrgdarskeiðið sambært 7.2, pkt 3 omanfyri er galdandi fyri alla maskinuna, eisini møguligar nýggjar eykalutir.

8.

ÁBYRGD

8.1

PL hevur bert ábyrgd av skaða á ogn kundans, ið er elvdur av vørum og/ella tænastum veittum av PL, antin skaðin so hendir fyri ella eftir, at vøran ella tænastan er latin, í tann mun, hann kann ábyrgjast sambært vanligum endurgjaldsrættarligum reglum.

8.2

Grundað á somu reglur (vanligar endurgjaldsrættarligar reglur) hevur PL ábyrgd av skaða á ogn triðjaparts, harímillum persónskaða, ið er elvdur av vørum og tænastum, ið PL hevur veitt.

9.

ÁBYRGDARAVMARKINGAR

9.1

PL kann ábyrgjast smb. pkt. 8.1 fyri í mesta lagi DKK 5,0 mió.

9.2

Uttan mun til ásetingarnar í pkt. 7, 8 ella pkt. 9.1, og hvørt tað stendst av grovum ella lítlum ósketni, hevur PL undir ongum umstøðum ábyrgd av keyparans rakstrartapi, tíðarmissi, vinningstapi ella tílíkum óbeinleiðis missi.

10.

MISHALD KUNDANS

10.1

Kundin hevur skyldu til at endurgjalda eitt og hvørt tap, ið PL hevur beinleiðis ella óbeinleiðis orsakað av kundans mishaldi av egnum skyldum, harímillum striking, sambært avtaluni, ið er gjørd við PL. Ásetta endurgjaldið er í minsta lagi 15% av avtalaða prísinum, sum kundin skal rinda uttan mun til, hvussu væl tapið kann skjalprógvast. Kann PL skjalprógva eitt tap, ið er meira enn 15% av avtalaða prísinum, sum kundin skal rinda, skal kundin endurgjalda PL hesa upphædd.

10.2

PL hevur rætt til at strika avtalu, ið er gjørd við kundan, um kundin hevur mishildið skyldur sínar munandi. Munandi mishald fevnir millum annað um (a) at kundin fer á húsagang; (b) at kundin fer í gjaldsteðg; og (c) at kundin brýtur pkt. 12 við avhending ella endursølu.

11.

AVHENDING AV RÆTTINDUM OG SKYLDUM

11.1

PL hevur rætt til heilt ella partvíst at avhenda rættindi og skyldur sínar sambært avtaluni við kundan til triðjapart.

12.

KEYP AV BRÚKTARI MASKINU VIÐ ENDURSØLU Í HYGGJU

12.1

Kundin hevur ikki rætt til uttan frammanundan at hava fingið skrivligt samtykki frá PL hvørki heilt ella partvíst at avhenda rættindi ella skyldur sínar sambært avtaluni við PL til triðjapart.

13.

LÓGVAL OG VARNARTING

13.1

Eitt og hvørt trætumál millum PL og kundan verður greitt sambært føroyskum rætti í Føroya Rætti.

Title

Go to Top