Leiga ein BAADER mann2020-11-06T12:19:50+00:00

Leiga ein BAADER mann fyri ein fastan lágan prís

Fleiri av kundum okkara mangla starvsfólk nú jólafrítíðin nærkast, og nógv er at gera á virkjunum. Petur Larsen bjóðar tykkum nú, at leiga ein mann, at hjálpa við dagliga viðlíkahaldinum av tykkara BAADER-maskinum.

Okkara starvsfólk hava fjølbroyttar førleikar og kunnu hjálpa við dagligum uppgávum, viðlíkahald, smiðjuarbeiði og eitt sindur afturat.

Leigar tú ein mann frá okkum í eitt avtalað tíðarskeið, kunnu vit bjóða tykkum ein serstakan lágan tímaprís. Í løtuni einans 400,- um tíman.

Ynskir tú at hoyra meira um hetta serstaka tilboðið, set teg so í samband við okkum.

Nakrar ferðir hava vit verið í tvístøðu, tí maskinmenn hjá okkum skuldu halda feriu ella hava verið sjúkir. At leiga ein BAADER mann frá Peturi Larsen gav okkum møguleika fyri at hava maskinunar og framleiðsluna koyrandi sum vanligt. Næstu ferð vit hava tørv á hjálp í feriutíðini, ringja vit uttan iva til Petur Larsen.

Arnhold Berg, maskinmaður hjá Faroe Origin, Toftir.

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi

SET TEG Í SAMBAND VIÐ MEG

Title

Go to Top