Certified Quality Foods2023-03-16T13:17:19+00:00

CERTIFIED QUALITY FOODS (CQF)

Virknir og effektivir matgóðskustandardir eru neyðugir fyri talgilda tíðina. Certified Quality Foods bjóðar eina framúrskarandi og nýskapandi tøkni, sum útvegar uttanveltað, dygdargóð mátingartól saman við eini app, og eitt teldutøkt kunningarbretti við samantaldum dátum frá matvøruídnaðinum.

Týdningurin av uttanveltaðum mátingum

Tað hevur stóran týdning at skilja, hvat er og ikki er góðska í sjógætisvinnuni. Tí hevur Certified Quality Foods valt at bjóða gjøgnumskygda, uttanveltaða og sera effektiva loysn til júst hetta. Flestu góðskumátingar í vinnuni eru bundin av subjektivum úrslitum, sum stundum er torfør at máta. CQF brúkar elektrisitet at máta góðskuna á sjógætinum á einum uttanveltaðum grundarlagi. Hetta loyvir tykkum at bjóða bestu góðskuvørurnar til kundan og samstundis økja um vinningin hjá tykkum.  

Við at stýra góðskustiginum og seta betri handfaringartilgongdir í verk, kunnu tit tryggja, at bert tað allarbesta góðsku verður borðreitt til tykkara kundar.

CQF (Certified Quality Foods) er ein bólkur av vísindafólkum og matvøruserfrøðingum, sum kanna og máta góðskuna av mati við lívmátingartøkni. CQF gevur tær eitt amboð til dátur, sum kunnu mátast her og nú, í øllum stigum í framleiðslu- og sølutilgongdini. Set teg í samband við okkum í dag!

Um CQF

Sóttreinsanarskipanin hjá ALVUM bjóðar eina álopskenda loysn til at stríðast ímóti skaðiligum smáverum, íroknað bakteriur, virus og sopp. Við at seta tokuloysnina hjá ALVUM í verk, kunnu tit endurmeta tykkara mál, raðfestingar og tørvir, umframt at taka eina forvirkaða støðu fyri matvørutrygd. Við at fáa tykkum ALVAR kunnu tit munandi minka um váðan við matbornum sjúkum og verja heilsuna hjá kundum tykkara, og samstundis verja tykkara umdømi.

Set teg í samband við okkum í dag

Um tú ynskir at vita meiri um hetta, og hvussu CQF kann hjálpa tykkara virksemi, bjóða vit tær at seta teg í samband við okkum. Ein av okkara ráðgevum kemur gjarna á vitjan við skraddaseymaði ráðgeving.

Á fundinum meta vit um tykkara arbeiðsgongdir og koma við uppskoti um, hvussu tær kunnu bøtast fyri at tryggja, at bert besta góðskan fer í tykkara vørur. Set teg í samband við okkum í dag at bíleggja eina vitjan, og lat okkum vísa tykkum, hvussu okkara uttanveltaða og gjøgnumskygda tilgongd kann koma tykkara fyritøku til fyrimuns.

Rasmus Dan Sørensen
Rasmus Dan SørensenTekniskur ráðgevi

LAT OKKUM TOSA SAMAN

Title

Go to Top