Rental Service2020-11-23T12:56:47+00:00

Fá eina skjóta byrjan

Fá eina dygdarmaskinu frá BAADER við at gjalda eitt fast lágt mánaðargjald.

Sum tann fyrsti á marknaðinum bjóðar Petur Larsen tær nú møguleikan at leiga okkara brúktu BAADER maskinur fyri eitt fast mánaðargjald. Allar okkara maskinur eru dygdartryggjaðar og okkara serfrøðingatoymið hevur kannað tær gjølliga.

Ætlanin er heilt einføld. Vit fáa fatur á maskinuni. Vit seta hana í stand. Tú leigar hana. Og vit syrgja fyri, at tú hevur eina maskinu, sum riggar.

Íroknað í leigukostnaðinum er ein full tænastuveiting av maskinuni um árið, ið verður framt av royndu serfrøðingunum hjá Petur Larsen.

Hetta er ein serstakur møguleiki at fáa eina BAADER maskinu við høgari góðsku fyri lítla íløgu, við lágum útreiðslum, og sum gevur eina trygga og úrslitagóða framleiðslu alt árið. Alt hetta fyri eitt lágt fast mánaðargjald.

Um tú seinni hevur áhuga í at keypa BAADER maskinuna, rinda vit leiguútreiðslurnar aftur. *

*Stytsta leigutíð: 3 mánaðir. Uppsagnarfreist: 2 mánaðir. Leigugjald: mánaðarligt undangjald. Endurrindan av leigu, um keypt verður: 60% av leiguútreiðslum.
Lág íløga
Lág útreiðsla
Høg trygd
Høgt virkni

Tøkar leigumaskinir í løtuni

  • Rental
  • Rental
  • Rental
  • Rental
  • Rental
  • Rental

Treytir

Tá ið leigusáttmálin verður gjørdur, hevur kundin skyldu at røkja maskinuna eftir forskriftum hjá Petur Larsen (ein eftirkanningarlisti fylgir við). Í tí føri at óvæntað slit ella mangul av viðlíkahald verður staðfest í sambandið við service, verður kundin boðaður frá um hetta og má gjalda fyri møguligar útreiðslum í sambandi við umvælingar. Petur Larsen tekur eina upphædd í veð, ið verður endurrinda, tá ið maskinan verður latin aftur í góðum standi.

Íroknað í leigugjaldið

Vit bjóða tænastuveiting eina ferð um árið. Eykalutir í samband við árligt service.

Leigugjaldið fevnur ikki um

Farmaflutningur aftur og fram. Flutningstrygging. At seta maskinuna upp hjá kundanum og fáa hana í gongd. Dagligir eyka- og slitlutir. At tryggja maskinuna í leigutíðarskeiðinum. Ferðaútreiðslur í sambandi við service vitjan. *

* Um leigutíðarskeiði er undir 6 mánaðir, verður service veitt, tá maskinan er latin aftur til Petur Larsen.

Fá stýr uppá framleiðsluna í dag

Greið okkum frá um tínar avbjóðingar tú hevur í gerandisdegnum, og hvørjar maskinur tú hevur í framleiðsluni.
Ein av okkara serfrøðingum kann hjálpa tær at fáa kortlagt tínar avbjóðingar.

Hjalti Lundsbjerg
Hjalti LundsbjergSøluráðgevi
(+298) 209302

Set teg í samband við meg

Title

Go to Top