Ztec2023-03-16T14:29:31+00:00

Ztec

Tín álitisvekjandi samstarvsfelagi innan automatisering!

Hjá ZTEC útvega vit Nachi og HANWHA robottar at hjálpa tykkara framleiðslu at røkka enn longur. Vit skilja, at automaterising er lykilin til framtíðina innan hesa vinnugrein, og leggja alla okkara orku í at gera automatisering atkomiliga og brúkaravinaliga fyri norðurlendskar fyritøkur.

HANWHA robottar

Okkara samstarvsvinaligu robottar frá Hanwha eru serliga sniðgivnir at arbeiða saman við tínum toymi, at hjálpa at økja um framleidni og effektivitetin í tíni framleiðslu. Vit veita eisini tekniska vitan, tænastu og stuðul ígjøgnum alla tilgongdina fyri at tryggja, at tykkara automatiseringsloysn er sergjørd til tykkara tørv og passar sum fótur í hosu til uppgávurnar, tú ynskir at automatisera.

Nachi robottar

Nachi byggir effektivar og sterkar robottar, sum verða brúktir í ymiskari ídnaðarnýtslu. Robottarnir kunnu gera ymiskur uppgávur, íroknað at savna (stak)lutir saman, henta og seta lutir frá sær, pakka vørur ella aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú kanst tillaga og forrita robottin at gera næstan alt. Hetta ger teir til ein ágóða fyri allar fyritøkur, sum leita eftir at automatisera sínar framleiðslutilgongdir.

Filosofiin hjá ZTEC

Hjá ZTEC er okkara mál at skapa gjøgnumskygni í automatiseringstilgongdini og gera tað lættari fyri teg at skilja, hvørji stig skulu takast í gongdini til automatisering. Vit samansjóða summar av heimsins bestu ídnaðarvørum innan automatisering fyri at skapa eina burðadygga loysn, sum er øðrvísi enn allar aðrar, og samstundis skraddaraseymað til tykkara tørv. Og vit steðga ikki har – vit hjálpa støðugt fyritøkum at útvega sær teir førleikarnar, tey hava tørv á fyri at taka sær av sínum robottum og automatiseringum.

Set teg í samband við okkum í dag

Vel ZTEC sum tín samstarvsfelaga í automatisering og finn útav, hvussu vit kunnu hjálpa tykkum at bøta um tykkara framleiðslu. Set teg í samband við okkum í dag fyri at hoyra nærri!

Rasmus Dan Sørensen
Rasmus Dan SørensenTekniskur ráðgevi

LAT OKKUM TOSA SAMAN

Title

Go to Top